Tiltak

mik. 8. jun. kl. 16.30 - 17.00

Søgu- og kvæðaløta á Bókasavninum við Løkin

Mikudagin 8. juni verður ein serlig søguløta fyri børn - kanska serliga børn 4 ár og eldri. Jónleif Johannesen kemur at siga frá um Brúsajøkil. Tað er spennandi ævintýrið um trøll, ein risa køtt og um hevnd - og um hvat er umráðandi at minnast til tá tú fert á trøllaveiðu. Aftaná søguna, sum er úr kvæðinum Brúsajøkil, fara vit at dansa saman. Øll eru hjartaliga vælkomin, ung sum eldri, at lurta eftir søgu og at koma við upp í ringin

Byrjar klokkan:

16:30

Endar klokkan:

17:00

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo