Tiltak

Stroymdur fyrilestur: Smakkurin av øli
Hoyr professionella bryggimeistan siga frá um týdningin av geri í mun til aroma í ølinum, um hvussu maltið ávirkar litin og smakkin, og hvussu smakkurin verður varveittur, og um leiklutin hjá humlu í smakki og aroma. Til fyrilesturin verður bjóðað lítlar smakkiroyndir av fimm ymiskum øl-sløgum. GG! Fyrilesturin hesaferð er longri enn vanligt
Fyrilesturhaldarar: Zoran Gojkovic, bryggimeistari og Erik Lund frá Carlsberg Laboratorium.
Fyriskipari: Aarhus Universitet
Um fyrilestrarøðina
Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við.
Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.
Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ókeypis drekkamunn og okkurt søtt undir tonnina.