Tiltak

mán. 12. feb. kl. 19.00 - 20.30

Kveikingarkvøld - ummæli

Mánakvøldið 12. februar verður skrivikappingin skotin í gongd. Hetta er 4. ár at skrivikapping verður á Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu - og í ár fara vit at skriva ummæli. Marna Jacobsen og Dania O. Tausen fara at tosa um ummæli og at lesa brot upp úr ymiskum ummælum, og møguleiki verður fyri at seta spurningar og at fáa eitt prát.

Øll eru hjartaliga vælkomin til eitt hugnaligt kvøld við uppleggum, práti og kaffi.
Møguleiki verður eisini fyri at tekna seg til skriviskeiðini hjá Paulu Gaard, sum verða leygardagin 24. feb. og aftur sunnudagin 25. feb. kl. 14-17. Skeiðini eru ókeypis, og øll eru vælkomin.
Tilmelding er eisini gjørlig umvegis lokin@lokin.fo og á tlf 590779

Byrjar klokkan:

19:00

Endar klokkan:

20:30

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo