Tiltak

ley. 24. feb. kl. 14.00 - 17.00

Skriviskeið við Paulu Gaard - UMMÆLI

Í sambandi við skrivikappingina sum verður í Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu, verður skipað fyri tveimum skriviskeiðum við Paulu Gaard. Í skrivikappingin í ár er uppgávan at skriva ummæli, og tí fara skriviskeiðini at snúgva seg um tað.

Skriviskeiðið er skipað við undirvísing, kjaki og ígongdsetandi skrivivenjingum, har høvi er at seta spurningar og fáa viðmerkingar í tryggum umhvørvi.
Skeiðið er til øll, sum hava hug at skriva: tín, sum bara kundi hugsað tær at komið í gongd, og tín, sum hevur okkurt liggjandi, ið tú ynskir at kjakast við onnur um.
---
Skriviskeiðini eru leygardagin 24. februar og sunnudagin 25. februar. kl. 14-17. Skeiðini eru eins, so til ber at velja tann dagin sum passar best. Skriviskeiðini eru ókeypis, men avmarkað pláss er, og tilmelding er tí neyðug.
Ring á tlf 590779 ella skriva til lokin@lokin.fo

Byrjar klokkan:

14:00

Endar klokkan:

17:00

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo