Tiltak

frí. 18. okt. kl. 16.00 - 17.00

Søguløta á Bókasavninum við Løkin

Fríggjadagin í heystfrítíðini verður ein serliga spennandi søguløta á bókasavninum. Tá kemur Noomi Reinert at lesa bókina "Tann fantastiski bussurin" fyri okkum.

Tann fantastiski bussurin er ein spildurnýggj myndabók frá høvundanum av "Ótrúliga søgan um risastóru peruna" og "Lítli froskur". Bókin er nokkso long, og kanska ikki til tey heilt smæstu børnini.
Vit fara at hava spurnakapping á bókasavninum alla vikuna, umframt at tað ber til at koma og gera sær eitt perluarmband ella at tekna.
Øll eru hjartaliga vælkomin í søguløtu! Ein drekkamuður verður at fáa, og okkurt smátt gott undir tonnina verður til børnini.

Byrjar klokkan:

16:00

Endar klokkan:

17:00

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo