Tiltak

hós. 8. mai. kl. 19.00 - 20.30
Lesiringur & bókaprát á Skála bókasavni
Hóskvøldið 8. maj hava vit aftur lesiring, og hesaferð fara vit at møtast á Skála bókasavni. Vit fara at práta um bókina "Veggurin" hjá Marlen Haushofer. Elin Henriksen hevur sera hegnisliga týtt bókina til føroyskt, og vit eru so heppin at hon kemur á bókasavnið at práta um hana. Hetta er eitt alment tiltak, og øll eru vælkomin! Vit hava ein drekkamunn afturvið prátinum Øll eru hjartaliga vælkomin við í lesiringin, sum er eitt samstarv ímillum bókasavnið í Nes kommunu og Bókasavnið við Løkin.
Dagfesting:
08. mai 2025
Byrjar klokkan:
19:00
Endar klokkan:
20:30
Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur: