Tiltak

týs. 4. feb. kl. 10.30 - 12.00

Familjucafé á bókasavninum - hitt ein heilsufrøðing

Kom og vitja bókasavnið við børnunum - vit hava kaffi á kannuni, leikur at spæla við og eina rúgvu av bókum at læna ella at lesa. Og so verður møguleiki fyri at hitta ein heilsufrøðing frá Gigni og práta um heilsuna hjá børnunum.

Ætlanin er hava fleiri familjucaféir á bókasavninum í vár. Vit seta ein morgun av um mánaðin, har foreldur og onnur kunnu koma á bókasavnið at hugna sær við børnunum - at lesa saman við teimum og fáa sær ein duss. 

Vit fara tá at fáa vitjan av einum heilsufrøðingi frá Gigni, sum er til reiðar at svara spurningum sum tú kanska gongur við. 

Vit gleða okkum at síggja tykkum!

Byrjar klokkan:

10:30

Endar klokkan:

12:00

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo