Tiltak

frí. 17. jan. kl. 13.00 - ley. 18. jan. kl. 16.00

FILMUR: Søgur úr fuglahúsinum

Fríggjadagin og leygardagin fara vit at sýna film á bókasavninum - við føroyskari talu! Í samstarvi við Barnafilmsfestivalin fara vit at hava eina røð av stuttfilmum koyrandi á bókasavninum fríggjadagin kl. 13-18 og leygardagin kl. 10-16.

Eitt sindur um filmin:

“Søgur úr fuglahúsinum” er ein røð av stuttfilmum, sum byggja á 9 ymiskar barnabøkur eftir víðagitnar teknarar. Vit hitta eitt nú ein mann, sum við hjálp frá fuglum roynir at læra seg at flúgva; og eitt áarross, sum smæðist um sína stóru rumpu; og ein pingvin, sum altíð er kaldur; og Matthew, sum stúrir fyri, at pápin ikki heintar hann í barnagarði, um grøni bilurin hjá teimum gongur fyri. Eisini dreingin Gaston, sum gongur og melur við einum fugli á høvdinum; og fimm løgnar vinir, sum fáa vitjan av einum óvanliga spennandi manni; og ein fugl, sum av óvart etur eina stjørnu; og at enda verður ein vøkur endurtulking av Tummilinu eftir H.C. Andersen.
Tað er franska filmsfelagið Dandeloo, sum hevur latið filmin úr hondum.

Upprunaheiti: La Cabane aux oiseaux  
Longd: 75 min 
Framleiðsluár: 2018 
Land: Frakland 
Leikstjóri: Célia Rivière  
Týðing: Dania O. Tausen 
Røddir: Dania O. Tausen við familju 
Aldursmark: 3+ 
 

Byrjar klokkan:

13:00

Endar klokkan:

16:00

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo