Tiltak

ley. 18. jan. kl. 18.00 - 20.00

Manga takk! í Gulu smiðju

Í sambandi við barnafilmsfestivalin sýnir Løkshøll japanska ungdómsfilmin Belle (Hosoda 2021) ókeypis kl.16 leygardagin 18.1. Vit nýta høvið at royna at hava eitt Manga Takk tiltak í Gulu smiðju aftaná sýningina.

Vit hava boðið Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim at greiða frá um sítt arbeiði við myndprýðing og animatión. Bjørk er fødd í Havn 1996 og hevur gingið á kenda skúlanum "Animation Workshop" í Viborg. Seinastu tvey árini hevur hon búð og virkað í Seul í Suðurkorea og arbeitt har.

Umframt eitt upplegg frá Bjørk, so fara vit at hava tekniverkstovu og bjóða asiatisk bomm o.a.

Hetta tiltakið er alment, tvs tey yvir 18 eru eisini vælkomin 18-20. Gula smiðja er annars opin sum vant, til kl.01 hetta kvøldið.

Byrjar klokkan:

18:00

Endar klokkan:

20:00

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo