Tiltak

hós. 24. apr. kl. 13.00 - sun. 27. apr. kl. 17.00

LISTAFRAMSÝNING v/ Øssur Johannesen

Á mentanarvikuni í Runavíkar kommunu sýnir Øssur Johannesen fram tekningar sínar á Bókasavninum við Løkin. Myndaevni er úr krígnum í Ukraina, heimleys, sinnissjuk og flóttafólk, umframt onkur náttúrumynd.

Øssur johannesen er umboðaður a listasavni Føroya, Ovartaci museum Århus, Sankt Hans museum Roskilde, European art museum Danmark og i fleiri bókum um føroyska list. Hann var bert 23 ára gamal tá hann syndi fram einsamallur á listasavninum - hann er, saman vid Rannvu Kunoy, tann yngsti sum hevur gjort tað. Øssur hevur luttikið í nógvum framsýningum í Føroyum, Danmark, Svøríki, Noreg, Áland, París, Wien og Hollandi. Hann hevur eisini skapt nógvan tonleik solo og saman vid Karsten Vogel, Hans Karl Hansen, Hjalta Joensen, Agnar Lamhauge og Rasmus Rasmussen. Øssur hevur eisini skrivað bøkur - 2 yrkingasøvn og 2 listabøkur um Frimod Joensen og Tummas Jákup Thomsen.
Listaframsýningin er opin alla vikuna frá kl. 13-18, leygardag kl. 10-16 og sunnudagin kl. 14-17

Byrjar klokkan:

13:00

Endar klokkan:

17:00

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo