Tiltak

frí. 3. okt. kl. 16.00 - 17.00

Bókaframløga v/ Gunver Lystbæk Vestergård: Livandi alheimur okkara

Fríggjadagin 3. oktober kl. 16 verður møguleiki fyri at skjóta vikuskiftið í gongd við einari spennandi bókaframløgu. Gunver Lystbæk Vestergård hevur júst givið bókina "Vores levende univers" út, og hon fer at greiða frá um bókina, sum hevur fingið avbera góð viðmæli. Gunver er tilnevnd bókmentavirðisløn Jyllands-Postsins fyri bókina.

Eru vit einsamøll? Er lívið á jørðini eitt undur ella er Alheimurin sprelllivandi? 

Vísindablaðfólkið Gunver Lystbæk Vestergård hevur skrivað bókina "Vores levende univers" um skakandi vísindaligu ásannanina, at alheimurin kann vera yðjandi fult av lívi. Mars er turr, Mars er steindeyð hava granskarar sagt í áratíggju, men fleiri og fleiri gátuførar avdúkingar koma undan kavi. Tað sama er galdandi á Venus, á ísmánunum kring gassrisunum og sanniliga eisini á gongustjørnum uttanfyri okkara sólskipan. Ja, kanska hava vit longu funnið lív í rúmdini. Hoyr Gunver greiða frá hvat lív er, hvar tað kann vera í rúmdini, hvussu vit finna tað, og hvat fer at henda um vit gera.

Gunver Lystbæk Vestergård (f. 1983) er ph.d. og videnskabsjournalist á Weekendavisen. Hon hevur áður skrivað fyri Videnskab.dk, Illustreret Videnskab og Jyllands-Posten. Hon skrivar nógv um dulsmálini í alheiminum og um markini fyri okkara fatan. í 2019 gav hon bókina "Fjerne kloder - om opdagelsen af exoplaneter" út, og í tí sambandi vitjaði hon eisini á Bókasavninum við Løkin.

Byrjar klokkan:

16:00

Endar klokkan:

17:00

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo