Tiltak
ley. 8. nov. kl. 11.00 - sun. 9. nov. kl. 17.00
Býarskái á bókasavninum
Býarskái verður sjálvandi eisini á Bókasavninum við Løkin. Vit hava opið leygardagin kl. 11-18 og sunnudagin kl. 14-17
Vit hava søguløtur, spurnakapping, kaffi og karamellur - og so fara vit eisini at gera væl umtóktu brosjurnar. So tað er lagamanni at koma og gera eina fitta jólagávu til eina ommu, systkinabarn ella onkran heilt annan.
Søguløtur eru leygardagin kl. 13, 15.30 og 17 og sunnudagin kl. 15.
Kl. 15.30 leygardagin lesur Conny søguna um dinosaurarnar sum hava eina svimjikapping. Hendan er tann søgan sum verður mest hugt aftir á Youtube á okkara kanal.
Vit gleða okkum at síggja teg!
Dagfesting:
08. - 09. november 2025
Byrjar klokkan:
11:00
Endar klokkan:
17:00
Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur: