Tiltak

Etisk kvøldseta í Runavík : Demokrati
Etisk kvøldseta verður endurtikin í Runavík. Týskvøldið 14. oktobur verður Etisk kvøldseta hildin á Bókasavninum við Løkin í samstarvi við Føroya Fólkaháskúla um evnið demokrati.
At fólkaræðið er undir trýstið, er ein vaksandi ótti í vesturheiminum. Óttin stendst millum annað av, at viljin – ella evnini – til siðiligt orðaskifti okkara millum tykist at minka støðugt. Hetta sæst serliga aftur, tá ósemjur eru um etisk viðurskifti. Hetta kvøldið fara vit at hoyra nærri um fólkaræðið, og hvat tað krevur av okkum at liva saman, hóast ósemjur.
Jógvan D. Hansen, lærari í heimspeki, fer at hugleiða um evnið út frá bókini ”Hvat er demokrati” hjá Hal Koch. Bókin kom út í 1945, og er merkt av krígnum og týsku hersetingini av Danmark, har fólkaræðið varð avtikið. Viðgerðin av umstøðunum hjá fólkaræðinum, og boðskapurin um fólkaræðið sum ein lívsformur, har samrøða má vera miðdepilin, er tó líka aktuellur í dag.
Torkil Tórgarð, nýggjur stjóri á Føroya Fólkaháskúla, fer at greiða frá háskúlarørsluni, sum tók skap í árunum kring innførsluna av donsku grundlógini, og sum varð tætt sameint við menningini av nýggja fólkaræðinum í Danmark. Háskúlarørslan kann sostatt skiljast sum eitt demokratiskt projekt, sum m.a. leggur dent á demokratiskt dannilsi og sambandið millum borgara og samfelag. Í samband við kvøldsetuna hava næmingar á háskúlanum arbeitt við evninum ‘demokrati‘, og verða málningar teirra eisini sýndir fram á kvøldsetuni.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin