Tiltak

mán. 16. mar. kl. 18.00 - 19.30

STROYMD RITHØVUNDASAMRØÐA v/ Siri Hustvedt

16. mars stroyma vit eina samrøðu við amerikanska rithøvundan Siri Hustvedt beinleiðis frá Svarta diamantinum í Keypmannahavn. Samrøðan verður á enskum. Bókasavnið bjóðar ein góðan kaffimunn afturvið.

Kom og hoyr altjóða viðurkenda rithøvundan Siri Hustvedt í samrøðu við Lotte Folke Kaarsholm um sorg, endurminningar og kærleika. Siri hevur júst nú givið bókina Genfærd út, og tað er hesa bókina hon kemur at tosa um. Genfærd er ein kærleikssøga um lívslanga parlagið við manninum, Paul Auster, sum doyði í 2024.

Siri Hustvedt (f. 1955) er ein av kendastu rithøvundunum í New York. Hon skrivar um alt frá feminismu, list, sálarfrøði, heimspeki og søgu. Hon hevur eina Ph.d. í enskum bókmentum og hevur sum rithøvundur útgivið essays, skaldsøgur yrkisbøkur og eina yrkingasamling.

Lotte Folke Kaarsholm er redaktørur á Politiken og hevur verið vertur á Deadline á DR. Hon er eisini kandidatur í bókmentafrøði og hevur havt samrøður við rithøvundar úr ogvum ymiskum londum.

Tiltakið verður stroymt runt um á bókasøvnum í Danmark og eisini her í Føroyum

Byrjar klokkan:

18:00

Endar klokkan:

19:30

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo