Tiltak
mik. 1. apr. kl. 13.00 - frí. 17. apr. kl. 18.00
Teknikapping: Fuglar og fuglalív
Teknikapping verður fram til Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, og vit enda við einari framsýning á Bókasavninum við Løkin á Mentanarvikuni. Vit velja 4 vinnarar sum verða kunngjørdir mikudagin 22. apríl - teir vinna gávukort á 300 kr til Bókabúðina í Saltangará. Tema í ár er fuglar og fuglalív. Til ber at lata myndir inn frá 1. og fram til 17. apríl
Minst til at lata tína mynd inn á Bókasavninum við Løkin ella á Skála bókasavni við navni, aldur/flokk og telefonnummar.
Dagfesting:
01. - 17. apríl 2026
Byrjar klokkan:
13:00
Endar klokkan:
18:00
Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur: