Tiltak
mán. 20. apr. kl. 13.00 - ley. 25. apr. kl. 16.00
Myndaframsýning
Í samband við mentanarvikuna í Runavíkar kommunu hevur Silas Olofson myndaframsýning á bókasavninum við Løkin. Til ber at síggja myndir úr føroysku náttúruni og serstakliga fuglamyndir. Møguleiki er bæði at síggja staðbundnar myndir úr lokaløkinum og forvitnisligar myndir úr øðrum økjum. Framsýningin er opin tá bókasavnið er opið: yrkadagar kl. 13-18 & leygardag kl. 11-16
Gleði tykkum til eina vakra framsýning við áhugaverdum myndum úr Føroyum.
Dagfesting:
20. - 25. apríl 2026
Byrjar klokkan:
13:00
Endar klokkan:
16:00
Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur: