Tiltak

frí. 12. jun. kl. 16.00 - 18.00

Bamsuból á bókasavninum

Kundi tín bamsa hugsað sær at sovið eina nátt á bókasavninum? So tak hana við! Vit bjóða inn til eina hugnaliga søguløtu á kl. 16 fríggjadagin 12. juni. Vit fara at syngja og at lesa onkra søgu fyri børnunum og bamsunum, og vit fáa okkurt gott undir tonnina eisini. Síðani balla vit bamsurnar saman við teimum bamsunum sum longu búgva á bókasavninum - og so fara tær at sova á bókasavninum. Leygardagin kunnu børnini koma eftir bamsunum aftur, og tá sleppa tey at síggja hvat tær hava hugna sær við.

Byrjar klokkan:

16:00

Endar klokkan:

18:00

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo