Kunning

06. november 2025

Bóka-jólakalendarin

Aftur í ár bjóða vit teir væl umtóktu bóka-jólakalendararnar á bókasavninum. Vit eru komin inn í november, og nú er tíð til at bíleggja tykkara kalendara. Tað er ókeypis og ómakaleyst.

Læn 24 bøkur – eina til hvønn dag fram til jóla. Ella kanska 12 bøkur, so ein nýggj bók er til annan hvønn dag? Ella 4 bøkur, so 1 bók er um vikuna? Nógvir møguleikar eru, og tað er púra upp til tykkum hvat tit ynskja. Teimum heilt smáu børnunum dámar ofta væl at lesa somu bókina aftur og aftur - og børnini í eldra endanum skulu kanska hava eina bók sum skal lesast yvir tveir dagar.

Jólakalendarin er ein frálíkur máti at gera okkurt hugnaligt og gott saman við børnunum í jólamánaðinum. At lesa saman við børnunum skapar hugna, gleði og nærveru - og tað er akkurát hetta sum okkum mangan leingist eftir um jóltíðirnar.

Vit seta jólakalendaran saman sum tit ynskja, alt eftir aldri og áhugamálum hjá børnunum. Tit eru sjálvandi eisini vælkomin inn sjálvi at velja tykkum bøkurnar. Vit hjálpa fegin. Nógvir ansingarstovnar hava eisini umbiðið hendan væl umtókta bóka-jólakalendaran.

Ring ella skriva til okkum, og so siga vit frá tá jólakalendarin er klárur. Vit pakka eisini bøkurnar inn í gávupappír og avíspappír, um tit ynskja tað. Til ber at avheinta kalendaran á Skála bókasavni ella á Bókasavninum við Løkin.

Tlf. 237088
teldupost: lokin@lokin.fo
ella skriva til Bókasavnið við Løkin á facebook

Vit gleða okkum at hoyra frá tykkum - og vit heita á foreldur og ommur og abbar um at vera í góðari tíð. Í fjør var bóka-jólakalendarin so væl umtøktur, at hillarnar við myndabókum vóru so gott sum tómar tá jólini vóru í hondum. 

Kunning

Vís fleiri
22. desember 2025
Soleiðis er opið um jólini
23.-26. desember er stongt27. desember er opið kl 11-1629.-30. desember er opið31. desember og 1. januar er stongt2. januar er opi…
02. desember 2025
Mín jólabók fyllir 75 ár
Í ár eru 75 ár liðin síðan fyrsta Mín jólabók kom út! Vit hava tí eina framsýning við nøkrum av vøkru útgávunum ígjøgnum árini
02. desember 2025
Bókaklubbajól á Bókasavni­num við Løkin leygar­dagin 13. desember
Bókaklubbajól verður við Løkin tann 13. desembur kl. 11-16! Dagurin er pakkaður við søguløtum, stuttligum gestum, tónleiki og nógv…