Kunning

24. mars 2015

Øll føroysku bløðini tøk á netinum

Talgildingin av mikrofilmunum av føroysku bløðunum er umsíðir komin undir land.

Tí skipaði Landsbókasavnið Móðurmálsdagin, mikudagin 25. mars 2015 kl. 10 fyrrapart, fyri samkomu, har verkætlanin var alment tikin í nýtslu.
Á samkomuni bjóðaði Erhard Jacobsen, leiðari á Landsbókasavninum vælkomin, og aftaná lat Bjørn Kalsø, landsstýrismaður nýggja blaðsavnið upp á netinum fyri almenninginum. Síðan greiddi Erling Kjærbo, verkætlanarleiðari frá gongdini, tá ið mikrofilmarnir av føroysku bløðunum vórðu talgildir, og hvussu vit brúka blaðsavnið. Hanus Kamban, rithøvundur, greiddi frá sínum royndum at brúka bløðini sum keldu, og Arnbjørn Dalsgarð, leiðari á Býarbókasavninum, segði frá hendingum í føroysku blaðsøguni. Landsbókasavnið bjóðaði ábit.
Samkoman, sum var á Landsbókasavninum, var almenn og sera nógv fólk vóru møtt upp til henda hátíðardag í føroyskari samfelags- og mentasøgu.

Drúgv verkætlan
Verkætlanin at talgilda mikrofilmarnar av føroysku bløðunum byrjaði í 2013, men varð síðan útsett nakrar ferðir. Í maj 2014 skrivaðu Statsbiblioteket í Århus og Landsbókasavnið undir sáttmála, har Statsbiblioteket, sum hevur mikrofilmarnar á goymslu, átók sær at standa fyri skanningini av filmunum. Alt tað skannaða tilfarið er síðan lagt inn í blaðportal hjá donsku fyritøkuni Infomedia, sum fyri Landsbókasavnið nú fer at veita almenna atgongd til bløðini umvegis netið.

Í nýggja blaðsavninum eru 17 bløð, líka frá fyrstu útgávuni av Dimmalætting í 1877 til 1999, tvs. øll tey størru dagbløðini og so nøkur serbløð og lokal- og felagsbløð.

Harumframt verður frá blaðportalinum atgongd til 22 føroysk tíðarrit, sum áður hava ligið úti alment í savninum tidarrit.fo, sum eisini er heitið á nýggja blaðportalinum. Á portalinum ber til at leita í savninum og lesa greinir ella tey einstøku bløðini heimanífrá.

Verkætlanin at talgilda mikrofilmarnar av føroysku bløðunum hevur verið drúgv og umfatandi. Tað hevur týdning at hava í huga, at tað eru mikrofilmar av bløðunum og ikki bløðini sjálv, sum eru skannað. Hetta sæst aftur í góðskuni av skanningini, men kortini er alt hampuliga væl lesiligt. At lesa bløðini á netinum á henda hátt er eitt munandi framstig í mun til gomlu skipanina, tá tú bara kundi lesa bløðini á staðnum á Landsbókasavninum.

Við hesi verkætlanini hevur Landsbókasavnið tikið eitt stórt fet á leiðini at gerast eitt talgilt bókasavn, og so er hetta bara byrjanin.

Leitivegleiðing
Landsbókasavnið hevur eisini gjørt eina vegleiðing um hvussu man leitar skilabest og málrættað.

Vegleiðingin er her: http://www.flb.fo/bladsavn_leitivegl_mars2015.pdf

Kunning

Vís fleiri
21. apríl 2024
Vinnarar­nir av skrivikapping­ini 2024
Fyri fjórðu ferð var skipað fyri stórari skrivikapping í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, sum í ár er 21.-28. aprí…
02. februar 2024
Føroysk bókasøvn stovnað nýggja bókmentavirðisløn
Nýggja bókmentavirðislønin ber heitið ‘Lesaravirðislønin hjá teimum føroysku bókasøvnunum’, og tað eru føroysk bókasøvn, sum í fel…
19. november 2023
Pallborðskjak: Býarmenning og fólka­bókasøvn 2023
"Føroysku Bókasøvnini" er eitt nýtt samstarv, sum hevur til endamáls at samskipa bókasavnstiltøk og at seta fólkabókasøvnini á bre…