Kunning

02. februar 2024

Føroysk bókasøvn stovnað nýggja bókmentavirðisløn

Nýggja bókmentavirðislønin ber heitið ‘Lesaravirðislønin hjá teimum føroysku bókasøvnunum’, og tað eru føroysk bókasøvn, sum í felag hava sett virðislønina á stovn. Lesararnir gera sjálvir av, hvør bók skal vinna ársins lesaravirðisløn. Til ber at atkvøða longu nú fyri einari av trimum tilnevndum skaldsøgunum.

Virðislønin er sett á stovn til tess at seta sjóneyku á føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar runt um á teimum føroysku bókasøvnunum, men eisini fyri at geva lesarunum eina rødd og høvi at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið ársins mest læntu bøkur.

Virðislønin er serstøk á tann hátt, at tað eru lesararnir sjálvir, ið avgera, hvør skal hava virðislønina. Ein virðislønarnevnd, sum er mannað av starvsfólki frá føroyskum bókasøvnum, tilnevnir á hvørjum ári trý verk at atkvøða um. Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókasøvnunum, umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum.

Tú kanst atkvøða her:

www.lesaravirðislønin.fo

Nýstovnaða virðislønin verður latin á almennari móttøku í mars. Kunngjørt verður nærri um hetta.

Virðislønarupphæddin er 30.000 kr.

Føroysku bókasøvnini er eitt samstarv millum størstu bókasøvnini í Føroyum: Býarbókasavnið í Havn, Bókasavnið við Løkin, Klaksvíkar Bókasavn og Landsbókasavnið.

Tilnevndu skaldsøgurnar í ár eru:

Summarið varar ikki alt árið longur eftir Katrina Ottardóttir

Skaldsøgan byggir víðari á skaldsøguna Gentan í verðini. Innhugsna gentan gongur nú í Hoydølum og roynir at fóta sær á gáttini til vaksnamannalívið og í lívinum har heima, har dagarnir og næturnar eru merkt av ótryggleika.

---

Saga JAM eftir Høgna Mohr

Rithøvundurin lýsir syndarligu lagnuna hjá Jan-Allan Müller. Hann varð føddur í Havn í 1969 og vaks upp sum einabarn í Vági. Mamma Jan-Allan var sjúk, og pápin drakk illa, men í fótbóltinum fann Jan-Allan eitt frírúm. Ein søga um langtan og stórar dreymar.

---

Tám eftir Jón Thorsteinsson

Í skaldsøguni flytur Anja aftur til Føroya við soni sínum, og tey royna at fóta sær á bústaðarmarknaðinum í høvuðsstaðnum. Seinni vísir tað seg, at vandar liggja og lúra. Teir hótta tann nýggja kærleikan í hesi søguni um broytingar, strembanir og brotsgerðir.

 

 

Kunning

Vís fleiri
08. september 2026
Pressreader - 7000 bløð og tíðarrit á bókasøv­num kring landið
Les Vogue, Politiken, New York Times, The Guardian og nógv onnur. Føroysku bókasøvnini hava teknað hald til Pressreader, sum gevu…
15. juli 2026
Retriever - News Archive, riggar aftur
Leita í blað- og miðlasavninum her: Retriever - News Archive   Gev gætur: einans atgongd frá bókasavninum. Rita inn á okkara ge…
19. juni 2026
Nýggjur partur av Bókabrell komin
Og so var ein nýggjur partur av Bókabrell úti! Conny, Unn og Oyvør tosa um ymiskt gott sum tær hava lisið, og vilja viðmæla; so s…