Kunning
08. september 2026
Pressreader - 7000 bløð og tíðarrit á bókasøvnum kring landið
Les Vogue, Politiken, New York Times, The Guardian og nógv onnur.
Føroysku bókasøvnini hava teknað hald til Pressreader, sum gevur vitjandi á bókasøvnunum atgongd til 7000 talgild bløð og tíðarrit úr øllum heiminum á yvir 60 málum. Eisini er eitt stórt úrval til børn og ung.
Vitja heimasíðuna hjá Pressreader, tá tú ert á bókasavninum. Atgongdin er eisini virkin heima í sjey dagar eftir vitjanina á bókasavninum. Tú endurnýggjar atgongdina so ofta, sum tú vilt við at vitja bókasavnið aftur.
Spyr á bókasavninum ella les meira um Pressreader á eitt nú heimasíðuni hjá Landsbókasavninum her: https://landsbokasavnid.fo/.../atgongd-til-yvir-7000-blod... ella beinleiðis á pressreader.com
Kunning
08. september 2026
Pressreader - 7000 bløð og tíðarrit á bókasøvnum kring landið
Les Vogue, Politiken, New York Times, The Guardian og nógv onnur.
Føroysku bókasøvnini hava teknað hald til Pressreader, sum gevu…
15. juli 2026
Retriever - News Archive, riggar aftur
Leita í blað- og miðlasavninum her:
Retriever - News Archive
Gev gætur: einans atgongd frá bókasavninum. Rita inn á okkara ge…
19. juni 2026
Nýggjur partur av Bókabrell komin
Og so var ein nýggjur partur av Bókabrell úti!
Conny, Unn og Oyvør tosa um ymiskt gott sum tær hava lisið, og vilja viðmæla; so s…