E-bókasavn
eReolen er eitt bókasavn á netinum við fleiri enn 100.000 bókum, bæði sum tekst- og ljóð, og poddvørpum. Her eru ljóðbøkur á bæði donskum og føroyskum, og annars ein rúgva bókum á donskum, bæði uppruna- danskar og umsettar úr øðrum málum.
Fyri at brúka eReolen er neyðugt at taka eReolen-appina niður á tína telefon.
Fyrstu ferð, tú ritar inn, ritar tú inn við lánaranummari tínum og pinkotu.
Vit á bókasavninum vilja fegin vegleiða tær í hesum, so tað er bara at spyrja :)
INFOMEDIA
Í Infomedia (trýst á 'Autologin', um tað ikki fer beinleiðis inn á) eru fleiri milliónir greinir í donskum dagbløðum og faktíðarritum - feskar frá í gjár og eisini heilt aftur frá 1990. Hetta er eitt sera hent amboð til td. uppgávuskriving.
Atgongd til Infomedia fæst einans á bókasavninum, so vit hava eina teldu sum tú kanst læna. So kanst tú goyma greinarnar ella prenta tær út.
Eisini ber til at logga á okkara Wi-Fi við telefon ella farteldu, og fáa atgongd tann vegin.
THE WASHINGTON POST, NEW YORK TIMES, ROLLING STONE, VOGUE, WOMEN’S WEEKLY, POLITIKEN, BOLIGMAGASINET, COSTUME, ILLUSTRERET VIDENSKAB, GØR DET SELV ... og nógv, nógv fleiri
Túsundavís av avísum og tíðarritum eru at finna í PressReader, og tey eru at lesa á 60 ymiskum málum.
Bløðini og greinarnar kunnu bæði lesast og lurtast eftir.
Tak PressReader-appina niður á telefonina, ella far inn á PressReader á teldu: her
Um tú ert ritað/ ur inn við okkara gestaneti, og stødd ella staddur á Bókasavninum við Løkin, hevur tú beinleiðis atgongd til øll 7000 bløðini á PressReader.
Eitt annað smart er, at um tú hevur verið inni á PressReader við tíni teldu ella telefon, meðan tú vart á bókasavninum, so hevur tú atgongd í 14 dagar aftan á - hóast tú ert farin útum bókasavnsøkið.
Frihedsbrevet
Frihedsbrevet.fo er ein óheftur miðil sum ger poddvarp og skrivar greinar um politikk, vinnulív og mentan. Tú kanst lesa Frihedsbrevet ókeypis á bókasavninum. Sí føroyska Frihedsbrevet her