Kunning

17. apríl 2025

LISTAFRAMSÝNING v/ Øssur Johannesen á Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu

týs. 22. apr. kl. 13.00 - sun. 27. apr. kl. 17.00
LISTAFRAMSÝNING v/ Øssur Johannesen
Á mentanarvikuni í Runavíkar kommunu sýnir Øssur Johannesen fram tekningar sínar á Bókasavninum við Løkin. Myndaevni er úr krígnum í Ukraina, heimleys, sinnissjuk og flóttafólk, umframt onkur náttúrumynd.

Øssur johannesen er umboðaður a listasavni Føroya, Ovartaci museum Århus, Sankt Hans museum Roskilde, European art museum Danmark og i fleiri bókum um føroyska list. Hann var bert 23 ára gamal tá hann syndi fram einsamallur á listasavninum - hann er, saman vid Rannvu Kunoy, tann yngsti sum hevur gjort tað. Øssur hevur luttikið í nógvum framsýningum í Føroyum, Danmark, Svøríki, Noreg, Áland, París, Wien og Hollandi. Hann hevur eisini skapt nógvan tonleik solo og saman vid Karsten Vogel, Hans Karl Hansen, Hjalta Joensen, Agnar Lamhauge og Rasmus Rasmussen. Øssur hevur eisini skrivað bøkur - 2 yrkingasøvn og 2 listabøkur um Frimod Joensen og Tummas Jákup Thomsen.
Listaframsýningin er opin alla vikuna frá kl. 13-18, leygardag kl. 10-16 og sunnudagin kl. 14-17

Kunning

Vís fleiri
17. apríl 2025
LISTAFRAMSÝNING v/­ Øssur Johannesen á Mentan­arvikuni í Runavíkar kommunu
týs. 22. apr. kl. 13.00 - sun. 27. apr. kl. 17.00LISTAFRAMSÝNING v/ Øssur JohannesenÁ mentanarvikuni í Runavíkar kommunu sýnir Øss…
25. mars 2025
Faktalink til skúlabrúks!
RITA INN Á FAKTALINK ALLASTAÐNIS FRÁ - VIÐ LÁNARANUMMARI og PINKOTU (Vel 'Landsbókasavnið' við Bibliotekslogin) Um Faktalink  h…
11. mars 2025
PressReader
THE WASHINGTON POST, NEW YORK TIMES, ROLLING STONE, VOGUE, WOMEN’S WEEKLY, POLITIKEN, BOLIGMAGASINET, COSTUME, ILLUSTRERET VIDENSK…