Kunning

23. mai 2025

Stuðulsmøguleiki til ungt listafólk í Runavíkar kommunu

Endamálið við stuðlinum er at geva ungum listaspírum í Runavíkar kommunu møguleika at menna listarligu førleikarnar við t.d. luttøku á styttri skeiðum, verkstovum, master-class o.l. í Føroyum ella uttanlands.

Stuðulsjáttanin er 17.500 kr 

Krøv til umsóknina:

1. Umsøkjarin skal vera búsitandi í Runavíkar kommunu. 

2. Umsøkjarin skal verða millum 15 og 30 ár

3. Umsøkjarin kann søkja innan allar listagreinar; visuella list, tónleik, sjónleik, bókmentir, film, dans, sang o.s.fr.

4. Umsøkjarin skal senda eina motiveraða umsókn og greiða frá, hvat stuðulin ætlandi skal brúkast til. Í umsóknini má upplýsast, hvat kostnaðurin av luttøkuni er og nær stuðulin verður nýttur

Freistin at senda inn umsókn er 10. juni. 

Soleiðis ger tú:

Skriva eina motiveraða umsókn á uml. eina A4 síðu. Send hana sum vanligt bræv ella við telduposti til runavik@runavik.fo; viðmerk umsóknina / brævbjálvan: 'Ungt listafólk'

Svar verður sent umsøkjarum í seinasta lagi ein mánað eftir freistina.

Kommunan tilskilar sær rætt til ikki at lata stuðul, um mett verður, at eingin umsókn lýkur endamálinum.  Um ongin umsókn kemur inn ella tøkur peningur er eftir, verður hesin latin til eitt vælgerandi endamál fyri ung í kommununi.

Kunning

Vís fleiri
23. mai 2025
Stuðuls­møguleiki til ungt listafólk í Runavíkar kommunu
Endamálið við stuðlinum er at geva ungum listaspírum í Runavíkar kommunu møguleika at menna listarligu førleikarnar við t.d. luttø…
23. mai 2025
vinnarar­nir av teknikappingini
Hetta eru røsku og dugnaligu vinnararnir av teknikappingini frá Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu Vit fingu nógvar flottar andlit…
26. apríl 2025
Vinnarar­nir av skrivikapping­ini eru funnir
Árliga skrivikappingin í Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu er komin at enda, og teir tríggir vinnararnir vóru kunngjørdir á bókas…