Kunning

06. oktober 2025

Bannaðar bøkur á bókasøvnunum

Banned Books Week - vikan fyri bannaðar bøkur - hevur verið hildin í USA hvørt ár síðani 1982. PEN Noreg og Svøríki varpa eisini ljós á bannaðar bøkur, og PEN Danmark hevur nú eisini valt at markera vikuna t. 2.-12. oktober, samstundis sum Svøríki og Noreg.

Sensurur í fleiri londum
Bæði barna- og vaksnamannabøkur verða mótmældar av borgarum og myndugleikum. Serliga bøkur um kyn og samleika skapa kjak nú, men eisini bøkur sum finnast at valdmisnýtslu, rasutrupulleikum ella átrúnaðarligari fanatismu, verða sensureraðar. Kinverski listamaðurin Ai Weiwei mátti flýggja til Portugal, tí hann ákærdi kommunistiska stýri fyri mutur í ævisøgu sínari. Nobeprísvinnarin Svetlana kann als ikki fáa bøkur sínar útgivnar í Hvítarusslandi, tí hon lýsir lívið hjá vanligum fólki undir einum totaliterum stýri. Sjálvt Harry Potter bøkurnar eru bannaðar fleiri staðni, ma. í Bulgaria, Sameindu Arabisku Emiratunum, Grikkalandi og á fleiri skúlum og bókasøvnum í USA. Bøkurnar sigast at skula virka fyri satanismu og fyri at gera gjøldur burturúr kristnu trúnni.

Við átakinum #BannaðarBøkur - #ForbudteBøger - #BannedBooks seta vit sensur og talu- og skrivifrælsi framm í ljósmálan.

PEN er eitt heimsumfatandi felag sum virkar fyri útbreiðslu av bókum úr øllum heiminum og sum stuðlar talu- og skrivifrælsi av øllum slag: hjá rithøvundum, blaðfólki, bókavørðum, umsetarum, ritstjórum mm.

Kunning

Vís fleiri
08. september 2026
Pressreader - 7000 bløð og tíðarrit á bókasøv­num kring landið
Les Vogue, Politiken, New York Times, The Guardian og nógv onnur. Føroysku bókasøvnini hava teknað hald til Pressreader, sum gevu…
15. juli 2026
Retriever - News Archive, riggar aftur
Leita í blað- og miðlasavninum her: Retriever - News Archive   Gev gætur: einans atgongd frá bókasavninum. Rita inn á okkara ge…
19. juni 2026
Nýggjur partur av Bókabrell komin
Og so var ein nýggjur partur av Bókabrell úti! Conny, Unn og Oyvør tosa um ymiskt gott sum tær hava lisið, og vilja viðmæla; so s…