Kunning

28. oktober 2025

Bókabyrjan

Í morgin kl. 10 koma fyrstu børnini til søguløtu á Bókasavninum við Løkin. Søguløturnar eru partur av lesiátakinum Bókabyrjan, sum hevur til endamáls at venja børn við at hoyra søgur so tíðliga sum gjørligt.

Hesa vikuna seta vit hol á søguløturnar á Bókasavninum við Løkin við átakinum Bókabyrjan. Lesiátakið er eitt átak fyri dagstovnar í Runavíkar kommunu og partur av norðurlendskum samstarvi, har vit samstarva við Fredrikstad kommunu í Noregi og Åmål kommunu í Svøríki.

Endamálið við Bókabyrjan er at arbeiða fyri, at øll børn fáa eina góða bókabyrjan, sum byggir á okkara góða norðurlendska barnabókasið við søgum um Pippi, Emil í Lønnibergi, Karius og Baktus, Álv Ákason, ævintýrini hjá H.C. Andersen og søgur úr okkara egnu sagnum og kvæðum.

Í eini tíð, har so nógv barnatilfar kemur frá stroymingartænastum og skjótum miðlum á enskum máli, er skjótt at gloyma okkara egnu dýrgripir, og ikki minst málið og nærveruna, sum gagnar barninum við søguløtuni. Í Bókabyrjan trúgva vit uppá góðskuna í okkara felags mentanararvi og fyrimyndirnar, sum eru at finna í barnabókunum í Norðurlondum.

Á søguløtunum fara børnini at hoyra tríggjar søgur, sum hava sín uppruna í luttakandi londunum:

- Úr Noregi: Øll telja við eftir Kristin Roskifte

- Úr Svøríki: Neyðars skrímsl eftir Rakel Helmsdal (FO), Kalle Güettler (SE) og Áslaug Jónsdóttir (IS)

- Úr Føroyum: Træið eftir Bárð Oskarsson.

Bøkurnar eru valdar út frá bókunum, sum eru at finna í úrvalinum hjá Norðurlendska bókaslúkinum.

 

Við í samstarvinum eru dagstovnar í Runavíkar kommunu, Gigni og Føroyar lesa. 

Kunning

Vís fleiri
15. juli 2026
Retriever - News Archive, riggar aftur
Leita í blað- og miðlasavninum her: Retriever - News Archive   Gev gætur: einans atgongd frá bókasavninum. Rita inn á okkara ge…
19. juni 2026
Nýggjur partur av Bókabrell komin
Og so var ein nýggjur partur av Bókabrell úti! Conny, Unn og Oyvør tosa um ymiskt gott sum tær hava lisið, og vilja viðmæla; so s…
16. juni 2026
Summarið á bókasavninum
Nú er skúlafrítíðin í hondum, men bókasavnið er opið alt summarið.  Vit byrja uppá summarupplatingartíðirnar mánadagin 29. juni o…