Kunning

27. apríl 2026

Verkætlan: Bókasøvn sum "triðja staðið"

Bókasavnið við Løkin er saman við fleiri øðrum norðurlenskum og baltiskum bókasøvnum við í stórari verkætlan "Libraries as Third Places". Verkætlanin er stuðlað av Nordisk kulturkontakt, og fer at fevna um eitt ár, við byrjan í mai, har vit fara at samstarva við:

  • Tauragė District Municipality Birutė Baltrušaitytė Public Library (Litava, samskipari)
  • Pärnu Central Library and Saare County Central Library (Estland)
  • Halsnæs Library (Danmark)
  • Ålesund Library (Noreg)

Verkætlanin fer at fevna um samstarvsfundir, lestrarvitjanir, verkstovur, royndardeilingar og at enda verður ein ráðstevna sum tekur saman um verkætlanina. Málið er at granska bókasavnið sum eitt "triðja stað" - eitt opið, fevnandi og samlagsmennandi stað fyri læring, samveru og luttøku. 

Av teimum yvir 70 umsóknunum vóru bert 11% útvald at fáa stuðul, har í hendan verkætlanin var ein teirra. Samlaða fíggjarætlanin er 20.000 EUR. 

Vit gleða okkum til hesa verkætlanina, og fara at leggja meir út um evnið so hvørt.

Kunning

Vís fleiri
15. juli 2026
Retriever - News Archive, riggar aftur
Leita í blað- og miðlasavninum her: Retriever - News Archive   Gev gætur: einans atgongd frá bókasavninum. Rita inn á okkara ge…
19. juni 2026
Nýggjur partur av Bókabrell komin
Og so var ein nýggjur partur av Bókabrell úti! Conny, Unn og Oyvør tosa um ymiskt gott sum tær hava lisið, og vilja viðmæla; so s…
16. juni 2026
Summarið á bókasavninum
Nú er skúlafrítíðin í hondum, men bókasavnið er opið alt summarið.  Vit byrja uppá summarupplatingartíðirnar mánadagin 29. juni o…