Tiltak

hós. 13. mai. kl. 10.00 - 14.00

Knívasmiður á vitjan

Mikael Hansen kemur til Føroyar at hava skeið í at gera knívar. Í tí sambandi kemur hann á Bókasavnið við Løkin at hava eina framsýning av knívum og bókum sínum um at gera knívar.

Mikael Hansen hevur gjørt knívar í yvir 25 ár, og hevur skrivað fleiri bøkur um hetta yrki. Hann fer á framsýningini at vísa fram og greiða frá um bøkurnar og knívarnar.
Hann fer at vísa knívar til veiðu og fiskiskap úr øllum sløgum av tilfari. Mammuttonn, móeik, korall, íbinviði og masurbirki - stórar knívar og smáar knívar. Henda framsýningin er rættiligt krás fyri kníváhugaði.
Mikael hevur selt knívar um allan heimin, men serliga errin er hann av knívunum, sum hann hevur selt til matstovuna noma. Hetta fer hann eisini at greiða frá um.
Øll eru hjartaliga vælkomin til framsýningina, sum verður Kristi himmalferðardag frá kl. 10-14

Byrjar klokkan:

10:00

Endar klokkan:

14:00

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo