Tiltak

mik. 12. mai. kl. 10.15 - 13.00

Barnaleikur í Løkshøll: Luddi & Lundisa

Vit hava fingið tvær sýningar av Luddi & Lundisa, sum eru til ansingarstovnar. Tó eru tøk pláss eftir, um tað liggur fyri hjá ommum ella abbum at koma ein mikumorgun kl. 10.15 ella kl. 12:15. Ráðleggingardagur er á fleiri stovnum hendan dagin, so vónandi ber til hjá onkrum at koma

Atgongumerki fáast her - og gjaldast kann við dyrnar :

Vit hava tvær sýningar mikumorgunin - kl. 10.15 og kl. 12.15. Tær eru ætlaðar ansingarstovnum, men enn eru pláss tøk til onkran sum kundi hugsað sær okkurt hugnaligt at gjørt saman við børnunum.
Til børn í aldrinum 4 - 7 ár og til øll tey, sum hava hug at lata hugflogið fara á flog
Barnasjónleikurin Luddi og Lundisa tekur støði í náttúruni á eini lítlari, føroyskari oyggj: Mykines.
Tvær lundapisur í Lundalandi síggja dagsins ljós og síggja alt fyri fyrstu ferð - eisini hvørja aðra. Tær uppdaga, at tær hava nakað í felag: tær duga at syngja sama sang.
Luddi og Lundisa er ein sjónleikur um at uppdaga heimin saman við sínum besta vini og um at fyrireika seg til tað longu ferðina út á hav.
Leikurin er 35 minuttir langur og kostar 40 kr fyri hvønn.
Leikrit: Vár Berghamar Jacobsen
Leikarar: Vár Berghamar Jacobsen og Durita Dahl Andreassen
Tónleikari og frásøgufólk: Anna Hüdepohl
Pallmynd, búna- og dukkusniðgevi: Sámal Blak
Leikbúnamakari: Anna Kristin Bæk

Byrjar klokkan:

10:15

Endar klokkan:

13:00

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo