Tiltak

Bókaframløga: Kvøl
Mikukvøldið 15. sept. kl. 20 verður almen framløga av stuttsøgusavninum Kvøl. Kvøl er úrslitið av stuttsøgukappingini, ið Runavíkar kommuna skipaði fyri, tá ið mentanarvikan 2021 var. Fleiri enn 60 søgur komu inn, og KVØL er úrval, sum avdúkar, at nógvir skaldaspírar eru í landinum.
Hetta kvøldið bjóðar borgarstjórin Torbjørn Jacobsen vælkomin og fer at greiða frá um tankan aftanfyri skrivikappingina.
Jonhard Mikkelsen frá Sprotanum fer at greiða frá um savnið sum heild, og eisini fara nakrir av rithøvundunum at lesa brot úr stuttsøgum teirra, umframt at Sanna Klein fer at seta teimum nakrar spurningar.
Dania O. Tausen kemur at spæla tónleik fyri okkum.
Ein góður drekkamuður verður at fáa frá Søtliga, og møguleiki verður eisini fyri at ogna sær eitt eintak av savninum Kvøl.
---
Um bókina:
Tað, ið eyðkennir søgurnar, eru skuggasíður. Tað, ið vit kanska ikki tosa so nógv um. Angist, sálarligan harðskap, ræðslu, tunglyndi, vantandi sjálvsvirði og annað, ið fólk dragast við.
Beinta Dánialsdóttir hevur gjørt kápumyndina.
Rithøvundarnir eru:
Rúna Løkságarð Josephsen
Ben Arabo
Joan Kannuberg
Lena K. Langgaard
Katrin H. Celik
Páll Oddur Rubeksen
Rannvá Matras-Olsen
Tóra við Keldu
Bárður Persson
Rannvá Glerfoss
Birgir Ferjá Heldarskarð
Gretchen Rasmussen
Vivian Guðjonsson
Turid Thomsen
Silvurlín Solbjerg Jóhansdóttir
---
Tiltakið er eitt samstarv millum Sprotan og Runavíkar kommunu.