Tiltak

hós. 21. okt. kl. 19.30 - 22.00

Bindiskeið á Bókasavninum við Løkin

Eitt spennandi bindiskeið verður á Bókasavninum við Løkin. Tað verður Sára Mrdalo frá Navia, ið fer at læra okkum at binda ymisk strukturmynstur og holmynstur. Eisini fara vit at binda raglan og at knýta "the magic knot". At hava við: * ermastokkar nr. 4 umleið * hóskandi tógv, minst tveir ymiskir ljósir litir * saks Øll sum luttaka fáa frá Navia eina bindibók, uppskriftir og ein avsláttarseðil á 20% í eina viku frá Navia handlunum. Bindiskeiðið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin!

Byrjar klokkan:

19:30

Endar klokkan:

22:00

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo