Tiltak

týs. 7. jun. kl. 19.30 - 21.00

Rithøvundavitjan v/ Einar Már Guðmundsson

Tað er ikki á hvørjum degi at høvi verður at uppliva teir heilt stóru altjóða rithøvundarnar. Tað er okkum tí ein frægd at boða frá, at íslendska skaldið Einar Már Guðmundsson kemur á vitjan á Bókasavnium við Løkin. - Tilmelding er neyðug -

Skráin fyri hetta forkunnuga kvøldið verður soleiðis:
Borgarstjórin fer at bjóða vælkomin, og Einar Már fer at lesa úr egnum verkum. Bergur Djurhuus Hansen, lektari í bókmentum fer at hava samrøðu við rithøvundan, og Kári Sverrisson fer at spæla.
Okkurt gott verður afturvið kaffinum.
Tiltakið er alment og ókeypis, men tilmelding er neyðug, av tí at plássini eru avmarkaði.
Til ber at bíleggja pláss við at ringja ella senda sms til 590779
skriva til lokin@lokin.fo ella til okkum á facebook

Byrjar klokkan:

19:30

Endar klokkan:

21:00

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo