Tiltak

Yana & Yetien
sun. 31. mai. kl. 17.00 - 18.00

YANA & YETIEN 

- beinleiðis stroyming fra Festspillene í Bergen.

Ein loðin søga um barnsins stríð at verða skilt.

Yana & Yetien var ein av best umtóktu barnaleikunum í Festspillene í 2019. Nú kemur myrka, stuttliga og fangandi søgan aftur um barnsins avgjørda stríð fyri at verða skilt, og staðfestingin av, at vinir koma í øllum støddum og skapum - og summir hava meira hár enn tú hevði ímynda tær.

Ímynda tær at verða langt, langt heimanífrá og eina. Tú kemur til eina avbyrgda og kavaklædda bygd umgird av tøttum skógi og undarligum ljóðum. Soleiðis byrjar søgan um Yana. Hon skilur ikki eitt orð av tí, íbúgvarnir siga, og hini børnini plága hana við søgum um gátuførar fjallatussar.

Lívligar dukkur spæla høvuðsleiklutirnar í hesum sjarmerandi familjuleiki, sum er fyltur við vøkrum vetrarlandsløgum og nýskrivaðum tónleiki. Miðnáttarsól og norðlýsið skapa ein heim, sum er lættur at skilja, meðan keipuleikur, marionettir og eitt evropeiskt blandingsmál vísa aftur til yrkingingarmøsni Jabberwocky hjá Lewis Carroll.

Leikurin er fyri øll, óansæð mál.

Virkandi
Pickled Image &  Figurteatret i Nordland, framleiðari
Hattie Naylor & Pickled Image, leikrit
Emma Lloyd, búnar
Dik Downey, Lizzie Johnson, Katie Hood, Harry Richardson, James Horne & Maria Strand Renberg, pallmynd

 

Løkshøll luttekur í ár á Festspillene í Bergen, og fer at stroyma ymisk tiltøk beinleiðis úr Noreg. Talan er um konsertir, kjak, leiklist o.a., sum verður framført í ymiskum hølum í Bergenøkinum. Útvaldu tiltøkini eru ókeypis at síggja í Løkshøll.

Byrjar klokkan:

17:00

Endar klokkan:

18:00

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo