Tiltak

hós. 16. feb. kl. 19.00 - 21.30
Bindiskeið v/ Sáru Mrdalo við Løkin
Nú eru tey aftur - vælumtøktu bindiskeiðini hjá Sáru Mrdalo frá Navia. Í Runavíkar kommunu verða 2 skeið: Hóskvøldið 16. februar kl. 19 á Bókasavninum við Løkin Mánakvøldið 27. februar kl. 19 á Skála bókasavni
Vit fara at binda ymiskt struktur og holmynstur.
At hava við :
* ermastokkar nr. 4 umleið
* hóskandi tógv, minst tveir ymiskir ljósir litir
* saks
* penn ella blýant
Øll sum luttaka fáa frá Navia eina bindibók, uppskriftir og ein avsláttarseðil á 20% í eina viku frá Navia handlunum.
Ein góður drekkamuður verður afturvið, og øll eru hjartaliga vælkomin til eitt hugnaligt bindikvøld.
Bindiskeiðið er ókeypis!
Dagfesting:
16. februar 2023
Byrjar klokkan:
19:00
Endar klokkan:
21:30
Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur: