Tiltak

mán. 27. mar. kl. 19.30 - 20.30

Bókaframløga á Bókasavninum við Løkin

Mánakvøldið 27. mars kl. 19.30 verður nýggja skaldsøgan hjá Katrin Ottarsdóttir løgd fram á bókasavninum. Tað er skaldsøgan "Summarið varar ikki alt árið longur", sum er eitt sjálvstøðugt framhald av fyrru skaldsøgu hennara, "Gentan í verðini" (2020).

Katrin fer at lesa brot úr skaldsøguni, og Dania O. Tausen fer at hava eina samrøðu við rithøvundan.
Ein drekkamuður verður at fáa, og høvi verður at keypa bókina og at fáa hana signeraða.
--
Útgevari er forlagið Asfalt, og Mentanargrunnur Landsins hevur stuðlað útgávuni.
Øll eru hjartaliga vælkomin!

Byrjar klokkan:

19:30

Endar klokkan:

20:30

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo