Tiltak

HILDEGUNNS PANDA (BARNATILTAK, STROYMING)
Leikandi jazzimprovisatión um heimsins møguliga fittasta djór
Staður: Grieghøllin, Peer Gynt-salurin (Stroyming frá Festspillene í Bergen)
Pandabjørnin er eitt friðardjór sum heldur seg mest fyri seg sjálva langt úti í kinesisku skógunum, og etur bambus allan dagin á tamb. Pandabjørnin er svørt og hvít og er vorðin eitt týdningarmikið súmbol uppá náttúruvernd, tí tíverri eru sera fáar pandabjarnir eftir í verðini.
Hildegunns Panda er ein fagnaður av kinesisku bjørnini. Við hjálp frá trompet, bukkahorni, saksofon og fleiri øðrum ljóðførum spæla Hildegunn og vinir hennara Olav og Niclas eina søgu um pandabjørnina, har bæði vaksin og børn kunnu læra okkurt nýtt. Tónleikurin er fyltur av kontrastum og yvirraskilsum við bæði stuttligum og sárum løtum.
Konsertin Panda er framleidd av Hildegunn Øiseth, og hevur fingið fleiri virðislønir og viðurkenningar sambært jazzinorge.no.
Hildegunns Panda er framleidd til Minimusikk, sum hevur til endamáls at skapa konsertir av góðari góðsku til tann yngsta áhoyraran. Vælkomin til eina konsertuppliving, har tann góði tónleikurin er í miðdeplinum.
Løkshøll miðlar í ár Festspillene í Bergen, og fer at stroyma ymisk tiltøk beinleiðis úr Noreg. Talan er um konsertir, kjak, leiklist o.a., sum verður framført í ymiskum hølum í Bergenøkinum. Øll útvald tiltøk eru ókeypis at síggja í Løkshøll.