Tiltak

hós. 26. okt. kl. 19.00 - 20.30

Lesiringurin hittist á Toftum

26. oktober hittast vit aftur á Toftum, og tá fara vit at tosa um bókina "Den inderste kerne". Hetta er ævisøguliga skaldsøgan um lívið hjá vísindakvinnuni Inge Lehrmann, ið roknaði seg fram til at jørðin hevur eina fasta kjarnu. Øll eru vælkomin við í lesiringin - tað er bara at siga frá á Bókasavninum við Løkin ella á Bókasavninum í Nes kommunu, og so hjálpa vit tær at fáa hendur á einari bók.

Byrjar klokkan:

19:00

Endar klokkan:

20:30

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo