Tiltak

Stroymdur fyrilestur: Bjarging av smákyktunum
Sløgini og talið á smákyktum er minkandi. Hví, og fáa vit gjørt nakað við støðuna? Hetta kanst tú læra nakað um, tá Dave Goulson, professari í lívfrøði við University of Sussex í Bretlandi, og Kjeld Hansen, umhvørvisjournalistur, millum annað greiða frá, at vit mugu endurhugsa, hvussu vit velta tað, vit eta, og at náttúran skal hava meira rúm.
Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við.
Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.
Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ókeypis drekkamunn og okkurt undir tonnina.