Tiltak

týs. 26. sep. kl. 18.00 - 20.00

Stroymdur fyrilestur: Kann fortíðar DNA hjálpa okkum í framtíðini?

Hví eru vit menniskju ymisk á at líta? Hví er tað ymiskt, hvørjar sjúkur ymiskir ættarbólkar fáa at dragast við? Hvørjar verða avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum? Svarini uppá hesar og mangar aðrar spurningar kunnu vit møguliga finna úr DNA úr einari farnari tíð. Kom við á ferð aftur í tíðina við Eske Willerslev, professara í DNA gransking við Keypmannahavnar Universitet.

Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við.
Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.
Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ókeypis drekkamunn og okkurt undir tonnina.

Byrjar klokkan:

18:00

Endar klokkan:

20:00

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo