Tiltak

týs. 27. okt. kl. 17.45 - 20.00

Stroymdur fyrilestur: Tari

Taraskógir á havsins botni skapa grundarlag fyri lívi og lívmargfeldi. Men í einari verð við øktum trýsti á landbúnaðartilfeingið, verður størri dentur lagdur á tara sum nýggja, burðardygga rávøru til matvøru, fóður, og serstøk lívvirkin evnir. Ein rávøra, sum vit møguliga kunnu framleiða við positivari ávirkan á umhvørvið.

Fyrilesturhaldari: Annette Bruhn, Seniorforsker i marine økologi, Institut for Bioscience, Aarhus Universitet
Fyriskipari: Aarhus Universitet

Um fyrilestrarøðina
Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við.

Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.

Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ókeypis drekkamunn og okkurt søtt undir tonnina.

Byrjar klokkan:

17:45

Endar klokkan:

20:00

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo