Tiltak

týs. 24. okt. kl. 18.00 - 20.00

Stroymdur fyrilestur: Hvussu virkar heilin?

Hví gerst tað alsamt truplari hjá okkum at læra nakað nýtt, tá vit eldast? Komið og nemið meira kunnleika um heila okkara, tá Leif Østergaard, professari og yvirlækni, greiðir frá um heilakyknurnar, sum eru fleiri enn 100 milliardir í tali, og ikki minst um ta nýggjastu granskingina um heilan.

Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við.
Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.
Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ókeypis drekkamunn og okkurt undir tonnina.

Byrjar klokkan:

18:00

Endar klokkan:

20:00

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo