Tiltak

týs. 7. nov. kl. 18.00 - 20.00

Stroymdur fyrilestur: Antistof og antiheimur

Big Bang er ein gáta. Í veruleikanum átti ein eins stór mongd av evnum og mótevnum at verið skapt, tá universið varð til - og hesir báðir partarnir høvdu so oyðilagt hvønn annan. Men mótevnið er horvið! Hvussu ber tað so til, at universið yvirhøvur er til? Gransking av mótevnum kann møguliga greiða okkum hesa gátu. Finnið út av meira, tá Jeffrey S. Hangst, professari í alisfrøði við Århus Universitet, greiðir frá um mótevni, m.a. antihydrogen.

Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við.
Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.
Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ókeypis drekkamunn og okkurt undir tonnina.

Byrjar klokkan:

18:00

Endar klokkan:

20:00

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo