Tiltak

týs. 14. nov. kl. 18.00 - 20.00

Stroymdur fyrilestur: Uttan kryptering, onki internet

Óviðkomandi eiga ikki at sleppa at lesa tínar teldupostar ella at kanna bankakontuna ella sjúkrasøguna hjá tær. Øll eiga ikki at sleppa framat øllum á internetinum. Tað er umráðandi, at vit verja okkara dátur. Komið og lærið eitt sindur um, hvat hendir, tá beinarin á telduni fær "trygd samband" við eina heimasíðu, og eisini um, hvat tú sjálv eigur at hugsa um í hesum føri, tá Ivan Bjerre Damgård og Jesper Buus Nielsen, professarar í teldufrøði greiða frá um talgilding og kryptologi.

Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við.
Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.
Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ókeypis drekkamunn og okkurt undir tonnina.

Byrjar klokkan:

18:00

Endar klokkan:

20:00

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo