Tiltak

týs. 21. nov. kl. 18.00 - 20.00

Stroymdur fyrilestur: Kyknur deila okkum

Kyknurnar í kroppi okkara margfaldast og býtast sundur uttan íhald. Yvirhøvur gongur hetta væl, men tá tað ikki gongur sum tað skal, kann tað gerast byrjanin til krabba. Komið og lærið eitt sindur um sunnar kyknur og krabbakyknur, tá Lotte Bjergbæk, lektari við Institut for Molekylær biologi og genetik á Aarhus Universiteti greiðir frá, hvussu kyknurnar arbeiða.

Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við.
Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.
Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ókeypis drekkamunn og okkurt undir tonnina.

Byrjar klokkan:

18:00

Endar klokkan:

20:00

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo