Tiltak

Jógvan Hansen greiðir frá um skaldsøguna Moby Dick
Týskvøldið 14. november kl. 20 verður eitt spennandi tiltak á Bókasavninum við Løkin. Jógvan Hansen, námslektari, fer at hava eitt upplegg um skaldsøguna Moby Dick, og afturvið einum kaffimunni verður møguleiki fyri práti og fyri at seta spurningar. Øll eru hjartaliga vælkomin!
Skaldsøgan Moby Dick (1851) eftir amerikanska rithøvundin Melville, verður mett sum ein tann týdningamesta skaldsøgan í 19.øld. Í stuttum er hon ein frásøgn hjá hvalaveiðumanninum Ismael, um lívið umborð á skipinum Pequod og jagstranini eftir risastóra hvíta avgustinum Moby Dick. Byggjandi á søguligar hendingar viðgerð skaldsøgan ein hóp av fyribrigdum og viðurskiftum. Millum evnini og fortreytirnar fyri skaldsøguni kunnu nevnast vesturlendsk heimspeki, Bíblian, Shakespeare, tann maritima tilveran, ídnaðarlig hvalaveiða, samfelagsfatan, náttúrufatan o.m.a.
Jógvan D. Hansen, námslektari, leggur fyri við einum uppleggi. Tiltakið er skipað sum ein óformel kvøldseta við uppleggi og práti, har høvi verður at skifta orð og seta spurningar. Tiltakið er ókeypis.