Tiltak
						
					mik. 15. nov. kl. 16.00 -  16.30				
								Søguløtur um Føroyingasøgu
Í november mánaða fara vit at hoyra Føroyingasøgu í søguløtunum. Í tríggjar fylgjandi mikudagar kemur Jónleif Johannesen at fortelja um Sigmundur og Trónd, og um alt sum hendi í Føroyum tá, fyri 1000 árum síðani. Vit fara eisini at kvøða okkurt av tí sum vit hoyra um. Tí er umráðandi at koma til allar tríggjar søguløturnar - sum vera kl. 16!
Hendingarnar eru nakað ógvusligar, og hesar søguløturnar eru tí best egnaðar til tey eitt sindur eldru børnini - kanska 5-6 ár og upp til 100 ár.
Vit gleða okkum til at síggja tykkum til søguløturnar á Bókasavninum við Løkin 8., 15. og 22. november.
								Dagfesting:
							
							15. november 2023
									Byrjar klokkan:
								
								16:00
									Endar klokkan:
								
								16:30
							Bústaður:
						
						Rókavegur 1, 620 Runavík
							Telefonnummar:
						
						23 70 88
							Teldupostur: