Tiltak

týs. 24. nov. kl. 17.45 - 20.00

Stroymdur fyrilestur: Innlandsísurin í Grønlandi

Hvussu bleiv grøndlendski innlandsísurin til, og hvussu sá Grønland út áðrenn ísurin kom? Hvørjar prosessir skapa firðir og fjallarøðir? Og hvat kann man finna útav við at bora niður í elligamlan ís? Vit fáa svar uppá, hvat er undir ísinum í dag, td meteor-spreingihol, og hvussu ein nýggjur meteor-niðursláttur á ísin kann ávirka veðurlagið. Til seinast hoyra vit eisini um hvussu hitabroytingin á jørðini ávirkar innlandsísin og landslagið.

Fyrilesturhaldarar: Nicolaj Krog Larsen, professari í Kvartærgeologi á Globe Institut, Københavns Universitet og David Lundbek Egholm, professari í geofysik, Institut for Geoscience, Aarhus Universitet.

Fyriskipari: Aarhus Universitet

Um fyrilestrarøðina
Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við.

Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.

Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ókeypis drekkamunn og okkurt søtt undir tonnina.

Byrjar klokkan:

17:45

Endar klokkan:

20:00

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo