Tiltak

týs. 20. feb. kl. 18.00 - 20.00

STROYMDUR FYRILESTUR: Eru sníkar og mikrobur fíggindar okkara?

Beinleiðis stroymdur náttúruvísindaligur fyrilestur úr Aarhus Universiteti. Oftast munnu vit seta snultidýr, ella sníkar, og mikrobur í samband við sjúku, mateitran og ígerðarsjúkur, men í veruleikanum eiga vit eisini at hugsa um sníkar og mikrobur sum vinir.

Beinleiðis stroymdur náttúruvísindaligur fyrilestur úr Aarhus Universiteti.
Oftast munnu vit seta snultidýr, ella sníkar, og mikrobur í samband við sjúku, mateitran og ígerðarsjúkur, men í veruleikanum eiga vit eisini at hugsa um sníkar og mikrobur sum vinir.
Tom Gilbert, sum er professari í menningarlívfrøði, fer í hesum beinleiðis stroymda fyrilestrinum at tosa um mikrobur sum elalítlar heiligvágsframleiðslur, og Peter Lindberg Nejsum, sum er professari við Institut for Klinisk Medicin, fer at greiða frá, hvussu snultidýr eisini kunnu hava eina jaliga ávirkan á kroppin.
---
Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll og á Bókasavninum við Løkin. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við. Fyrilesrarnir eru ókeypis.
Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.
Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ein ókeypis drekkamunn.

Byrjar klokkan:

18:00

Endar klokkan:

20:00

Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur:
lokin@lokin.fo