Tiltak
Bóka- og myndaframløga við Lisbeth Nebelong
Týskvøldið 16. apríl kl. 19:30 kemur Lisbeth Nebelong aftur á vitjan við einari bóka- og myndaframløgu á bókasavninum. hon fer at greiða frá um bókina, lesa brot upp og vísa myndir frá ferðum hennara. Ein kaffimuður verður at fáa, og møguleiki verður fyri at ogna sær stuttsøgusavnið, og fáa tað signerað. Øll eru hjartaliga vælkomin!
Lisbeth kenna vit frá skaldsøgum hennara, ma. "Tá ið einglar spæla Mozart" og "Møde i mol". Hon hevur eisini skrivað "Turen går til Færøerne" seinastu árini.
Lisbeth Nebelong hevur júst útgivið stuttsøgusavnið "Sonate for sorgfulde hjerter", sum umframt í Føroyum ferðast í Íslandi og Norðurnoregi. 'Sonate for sorgfulde hjerter' fagnar lívinum og kærleikan. Sjey samantvinnaðar søgur úr Norðri um náttúru, tónleik og ferðir, sum fáa slóðbrótandi týdning.
Rithøvundurin vevar allar sjey søgurnar saman, so at tær umframt at standa sterkt hvør sær kunnu lesast sum ein framhaldandi forteljing, íð angar av Norðuratlantshavi.
---