Tiltak
týs. 1. okt. kl. 10.30 - 11.30
Foreldracafé á Bókasavninum við Løkin
Kom og vitja bókasavnið við børnunum - vit hava kaffi á kannuni, leikur at spæla við og eina rúgvu av bókum at læna ella at lesa á staðnum. GG! Hesaferð verður ongin heilsufrøðingur við - tað verður aftur 5. nov.
Vit hava havt hesar foreldracaféirnar nú í eitt lítið ár, og áhugin hevur verið vaksandi. Tí leggja vit aftur nakrar foreldracafeír á skrá nú í heyst. Ætlanin er at hava ein morgun um mánaðin, har foreldur og onnur kunnu koma á bókasavnið at hugna sær við børnunum - at lesa saman við teimum og fáa sær ein duss.
Tá tað ber til, fara vit at fáa vitjan av einum heilsufrøðingi frá Gigni, sum er til reiðar at svara spurningum sum tú kanska gongur við.
Vit gleða okkum at síggja teg!
Dagfesting:
01. oktober 2024
Byrjar klokkan:
10:30
Endar klokkan:
11:30
Bústaður:
Rókavegur 1, 620 Runavík
Telefonnummar:
23 70 88
Teldupostur: